UM MEG
Eg eiti Mads og eri 30 ára gamal.
Eg havi veri aktivur og íðka ítrott alt mítt lív. Eg byrjaði at venja fitness tann dagin eg bleiv 14 ár. Eg havi serliga havt trupult við at taka uppá. Eg vigaði bert 38kg tá eg byrjaði sum 14 ára gamal og vigi nú meira enn tað tvífalt so nógv og eri í mínum besta formi í nakrantíð. Nú havi eg góð 16 ár á baki innan fitness og heilsu, og havi bæði kappast í Men’s Physique og Powerlifting.
Í 2014 gjørdi eg mær ein Instagram-profil “@madsgainer”, tí eg longu tá hevði ein dreym um at gerast persónligur venjari og kostráðgevi. Nú 12 ár seinni taki eg stigið og fari at brúka mínar royndir til at hjálpa tær at røkka tínum málum, við at veita tær venjingarætlan, kostætlan og ráðgeving. persónlig venjing og annað kemur seinni.
Stóran part av lívinum havi eg arbeitt á sjónum og siglt við fiskiskipi. Hóast ein krevjandi gerandisdag havi eg altíð raðfest mína venjing og arbeitt miðvíst við at menna meg innan fitness og heilsu.
Navni MadsGainer stavar frá Mass Gainer sum er eitt slag av protein pulvur, sum eg brúkti nógv tá eg byrjaði at trena.

